Handfar títt plagg

Bara dálka um ermu ella kanska fingið okkurt niður á teg !
- Tak ein vátan lappa við natúr sápu og gníggja, ella vaska. Vind og glatta plaggið

Er plaggið javnt skitið !
- vaska plaggið í hond við natúr sápu, tú kanst eisini vaska tað í vaskimaskin á ullprogrammið 40 gradir. Sentrifugerað og breið út í tína stødd. Legg at torna.

Er plaggið niblað !
- busta plaggið við stívari skúribust og verður tað sum nýtt aftur. Minst til ikki at busta tvørturum, men niðureftir.

Er plaggið ov trongt her ella har !
- Tak ein vátan lappa / handklæði, breið útyvir og pressa við heitum strúkijarni. Tá loysnar og tú fært lættliga laga tað til, har tað var ov trongt