Tilfar: 100 gr av 3 tráðaum Víkingatógvi 2000 m pr. kg, kann keypast í m.a. Sirri handlum. 5 stokkar nr.4.
Mannagongd: Hælurin; kasta uppá 13 eygu, bint aftur og fram 5 mynstur, tak uppivið hælin báðumegin 20 eygu á hvørjari síðu, nú eru 53 eygu á stokkinum.
Bint aftur og fram 7 mynstur. Tak uppá 4 stokkar og kasta 3 eygu uppá um ristina. Bint 3 mynstur runt, nú eru 10 mynstur á longdini.
Avtøka: Tikið verður av við síðurnar, 2 eygu í hvørji síðu tilsamans 4 eygu 2. hvørt umfar 5 ferðir, síðani hvørja ferð inntil onki eyga er eftir, drag buktina ígjøgnum seinasta eyga og slít frá. Heft allar endar og hekla fyrst eitt umfar av luftmaskum og síðani eitt umfar av fastmaskum rundanum og heft.
Bint ein skóleist aftrat.
Vaska og tøv í vaskimaskinuni á 55 gradum (um møguligt), brúka sápu til ull. Sentrifugerað væl og legg teir at turka.
.