|
Clinton á teppi frá Sirri
1. oktober 2007 var fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton á vitjan í Føroyum. Á seminarinum í Norðurlandahúsinum var nógv gjørt burturúr sniðgevingini av pallinum, og í hesum sambandi slapp eisini Sirri at royna seg. Sniðgevin av Sansum hevði bílagt eitt hvítt ullteppi, ið skuldi ímynda tað hvíta í teimum føroysku litunum. Teppið er 4x2 metrar til støddar.

|
3.-6. febuar 2006 luttekur Sirri á handilsstevnuni, Formland, í Herning. Sí meir um Messuna á www.formland.com
|
 |
|
Januar 2006 varð ein serstakur pakki sendur frá Sirri til Amalienborg. Talan er nevnliga um ein koyriposa úr føroyskum skinni og eina norðbúgvahettu sum Krúnprinsaparið bílagdi, til komandi trúnarvingin, í samband við kongaligu vitjanina í summar 2005.
|
.jpg) |
10.-11. og 17.-18. desember 2005 húsast Sirri á jólagøtuni úti á Reyni í Havn. Vit hava nógvir lutir at bjóða uppá, bæði til stór og smá. Tær køldu og langu vetrarløturnar stimbra til innandura virksemi; vit hava t.d. garn, tøvda ull og sum nakað nýtt - teir forvitnisligu hugflogsposanir ... Legg leiðina framvið hugnaliga jólaumhvørvinum úti á Reyni - opið frá 16.00-1900!
|