Gjaldshættir
Gjaldast kann við Dankorti (FR-korti), VISA/Dankorti (FR/VISA-korti), Eurocard, Mastercard, VISA, Visa Electron, Maestro og JCB.
Avgreiðsla
Vanliga verða bíleggingar avgreiddar gerandisdagin eftir, at tær eru komnar okkum í hendur.
Vit senda vørur okkara við Postverki Føroya.
Gjald
Fyri vørur latnar í Føroyum verður MVG gjald kravt.
Postgjald
Fyri vøru, sum kostar upp til 300 DKK, verður postgjald á 25 DKK tikið, um vøran skal sendast í Føroyum, og 70kr um vøran skal sendast av landinum.
Kostar vøran meira enn 300 DKK verður lagt afturat grundgjaldinum 10 % av restini av kostnaðinum.
Latingartíð
Latingartíðin er í Føroyum 3-5 gerandisdagar dagar. Latingartíðin uttanlands er 5-7 gerandisdagar.
Um vøran ikki er á goymslu senda vit tygum boð við telduposti. Vanliga kunnu vit framleiða vøruna innan eina viku.
Iðranarrættur
Tú kanst taka keypið aftur sambært reglunum í brúkaraavtalulógini (Lóg nr. 139 frá 29. mars 1978 "om visse forbrugeraftaler", sum varð sett í gildi við kongligari fyriskipan nr. 483 frá 28. novembur 1979).
Iðranarrætturin fyri vanligar vørur er 14 dagar. Freistin verður roknað frá tí degi, tú hevur tikið ímóti vøruni. Gongur freistin ikki út gerandisdag (t.e. mánadag - fríggjadag), ber til at bíða til komandi gerandisdags.
Iðrar tú teg um keyp, eru hesir møguleikar:
- Tú kanst sjálv/ur lata vøru innaftur til Sirri á Áarvegi 12, 100 Tórshavn ella á virkið í Vági.
- Tú kanst senda vøru aftur við posti ella velja annan flutningshátt.
Nýtir tú seinna møguleikan, eigur tú at hava latið postverkinum ella øðrum vøruútbera vøruna, áðrenn 14 daga freistin er runnin. Vit mæla tær til at biðja um kvittan og goyma hana (t.d. postkvittan), tá ið tú sendir okkum vøru aftur. Hetta til at sanna, at iðranarfreistin er hildin.
Er einki annað avtalað við Sirri, bert tú sjálv/ur kostnaðin (post- ella flutningsgjald) av at senda vøru aftur.
- Tú kanst sýta fyri at taka ímóti vøru ella lata vera við at fara eftir henni á posthúsi.
Ein meginregla í sambandi við iðranarrætt tín er, at Sirri fær vøruna aftur í sama standi og somu nøgd, sum tá ið tú fekst hana.
Vørubrek
Hevur tú fingið aðra vøru, enn ta tú bað um, hevur tú fingið meiri ella minni av vøruni, enn tú bað um, ella er vøra ikki, sum hon skal, hevur tú eitt árs attalurætt, smb. keypilógini.
Taka trupulleikar ella vandamál seg upp, kanst tú venda tær til Sirri á tlf. 321706, ella við telduposti til teldupoststað okkara sirri@sirri.fo ella skriva til: Sirri, Áarvegur 12, 100 Tórshavn
Skrásetingarpolitikkur
Sirri verjir persónligar upplýsingar, sum vit fáa frá tær. Biður tú um vøru um teldu, nýta vit upplýsingar frá tær til at avgreiða bílegging tína og einki annað.
Vit nýta ikki slíkar upplýsingar í marknaðarføring okkara og selja tær ikki til triðjapart. Tó verða upplýsingarnar goymdar til at lætta um hjá tær og betra tænastuna. Vilt tú hava upplýsingar strikaðar, mást tú venda tær til okkara í hesum sambandi.
Upplýsingar um hvørt keyp verða goymdar í fimm ár í sambandi við grannskoðan.
Fyrivarni
Vit taka fyrivarni um prísurin hækkar, meirvirðisgjaldið og øðrum gjøldum.
Somuleiðis um villa er í tekstinum ella brek eru á myndini.
Trygd
Persónligar upplýsingar sum navn, bústaður, telefon og teldupoststaður verða fluttar um netið í bronglaðum formi.
Cookies
Tað er ein tøknilig fyritreyt fyri at keypa um teldu, at ávísar upplýsingar verða goymdar á teldu tíni. Hetta verður nevnt "cookie". Í hesum verða goymdar upplýsingar um tað keyp, sum tú ert farin í holt við. Tá ið tú lokar alnetsforritið, hvørva upplýsingarnar úr teldu tíni.