Sirri

Sirri er eitt klædnamerki, ið bert fæst
við vøru gjørda úr føroyskari ull. Sirri
byrjaði virksemi sítt í 2000 og síðan tá
hevur endamálið við framleiðsluni
verið at framleiða ymisk nútíðar snið,
ið føroyskir og útlendskir sniðgevar
hava gjørt. Útlendsku sniðgevarnir
hava vitjað Sirri í samband við
útlendsku lærustovnar teirra.

 

 
Klæðini verða bundin á maskinu ella vovin og síðan vera tey tøvd á sama hátt sum í gomlum døgum, og hetta hevur við sær, at plaggið gerst vatn- og vindtætt uttan at gerast stívt ella hart.

Sum nú er hava vit fleiri enn 150 ymisk pløgg at velja ímillum, og tey eru at finna í einum ella fleiri av teimum 5 grundlitunum, ið føroyska seyðaullin hevur. Hetta merkir, at hvørki ullin ella lidnu pløggini verða litað.
Vit eru  í framhaldandi menning, soleiðis at nýggj snið leggjast afturat við jøvnum millumbilum.

 

Hugskotið aftanfyri Sirri er at gagnnýta tað tilfeingi, sum er í Føroyum. Føroyska ullin skal nýtast og úr henni skal ein vøra gerast, sum er nakað serstakt, og sum fær ein serligan týdning fyri brúkaran.