Ullin
Í meira enn 700 ár hava føroyingar verið tilvitaðir um, hvussu neyðugt tað er at hava ein burðardyggan landbúnað, og hetta sæst eisini aftur í gomlum skjølum, sum eitt nú Seyðabrævinum frá 1298.
Í gomlum døgum var ikki annað enn ull nýtt, tá pløgg skuldu framleiðast, men í dag hevur ullin fingið ein annan týdning, nú so nógv ymisk sløg av klæði eru á marknaðinum. Nú verður ullin nýtt til at gera mótaklæði.




