Bara dálka um ermu ella kanska fingið okkurt niður á teg?
Tak ein vátan lappa við natúr sápu og gníggja, ella vaska. Vind og glatta plaggið.
Er plaggið javnt skitið!
Vaska plaggið í hond við natúr sápu, tú kanst eisini vaska tað í vaskimaskinu á ullprogrammi 40 stigum. Sentrifugera og breið út í tína stødd. Legg at torna. Um plaggið hevur knappar, opna so áðrenn plaggið verður lagt í vaskimaskinuna.
Er plaggið niplað?
Busta plaggið við stívari skúribust so verður tað sum nýtt aftur. Minst til ikki at busta tvørturum, men omaneftir.
Er plaggið ov trongt her ella har!
Tak ein vátan lappa, breið útyvir og pressa við heitum strúkijarni, tá loysnar og tú fært lættliga laga tað til, har tað var ov trongt.




